top of page

Kalt borð vika 23

02.06.16

Nú sæst hvat tit skulu hava við í komandi viku. Tað verður seinastu ferð vit hava kalt borð áðrenn summarferiuna.

Ráðleggingardagur

19.05.16

Fríggjadagin 27.05.16 er stovnurin stongdur vegna ráðleggingardag.

Foreldrakaffi

19.05.16

Mikudagin 25.05 verður foreldrakaffi aftur:)Add News Story here

Kalt borð 23.-24. Mai

19.05.16

Nú síggja tit, hvat til skulu hava við komandi viku.

Felagsforeldrafundurin á Skúlanum við Løgmannabreyt

18.04.16

15. Apríl 2016

Dagstovnar í Hoyvík, Kaldbak og Kollafirði skipaðu fyri felags foreldrafundi í skúlanum við Løgmannabreyt herfyri.

Sálarfrøðingurin Jens Andersen helt fyrilestur um týdningin, ið foreldur hava á barnsins menning, felagsskap og trivnað. Fyrilesturin snúði seg serstakliga um týdning miðlanna í gerandisdegnum og teir møguleikar og trupulleikar, ið foreldur møta, tá ið barnið nýtir miðlarnar.

Eini 400 fólk vóru møtt hetta kvøldið, og tey fóru øll væl nøgd heimaftur. 

Fyrilestrarhaldarin er ein væl dámdur og undirhaldandi fyrilestrarhaldari. Hann nýtti skemt og gerandislig dømi til tess at geva íblástur og nýggja vitan um uppaling og familjulív. Hann nevndi fleiri ferðir, hvussu týdningarmikið tað er, at foreldur og tey vaksnu, ið eru um børnini, tora at vera vaksin og tora at geva børnunum noktandi svar.

Kalt borð vika 16

13.04.16

Nú sæst, hvat tit skulu hava við í komandi viku:)

Mumi

07.04.16

Fríggjadagin fara vit at hyggja eftir Mumifilminum í Norðurlandahúsinum. Vit fara við bussinum kl. 09.03, og verða aftur á stovninum kl. 14.22. Í samband við tí, hava børnini, ið vóru í barnagarð týsdagin, tekna tvær felagsmyndir av ymiskum ið hevur við Mumi at gera, ið eru við í eina framsýning í Norðurlandahúsinum  komandi vikuna.

Barnakonsert

07.04.16

Týsdagin fara vit til barnakonsert við Føroya Symfoniorkestur í Norðurlandahúsinum. Vit fara við bussinum kl. 09.03, og verða aftur á stovninum kl. 14.22.

Kalt borð vika 15

07.04.16

Komandi viku hava vit kalt borð mánadag og mikudag. Týsdagin mugu børnini hava matpakka við, tí tá fara vit til Havnar við bussinum kl.09.03, og verða ikki aftur fyrr enn kl.14.22.

Starvsnæmingur

31.03.16

Mánadagin kemur Eyð Vang, ið gongur í 10.Flokk í Eysturskúlanum í Starvslæru her hjá okkum:)

Foreldrafundur í Skúlanum við Løgmannabreyt

31.03.16

Góðu foreldur

Vit vilja ynskja tykkum vælkomnum til ársins felags foreldrafund.

Danski sálarfrøðingurin Jens Andersen fer at halda fyrilestur fyri okkum um týdningin, ið foreldur hava á barnsins menning, felagsskap og trivnað. Fyrilesturin snýr seg serstakliga um týdning miðlanna í gerandisdegnum og teir møguleikar og trupulleikar, ið foreldur møta, tá ið barnið nýtir miðlarnar.

Jens Andersen er ein væl dámdur og undirhaldandi fyrilestrarhaldari, sum nýtir skemt og ávís dømi fyri at geva íblástur og nýggja vitan innan barnauppaling og familjulív.

Felags foreldrafundurin er fyri tólv stovnar, ið savnast í Skúlanum við Løgmannabreyt. Aftan á fyrilesturin møtast stovnarnir hvør sær í einum floksrúmi til eitt prát og ein kaffimunn.

Dato:           6. apríl 2016

Kl.: 19 – 21

Stað:            Skúlin við Løgmannabreyt

Vit gleða okkum at síggja tykkum

Blíðar heilsanir

Leiðarin og foreldraráðið, Dagstovnurin Flatnagarður

Kalt borð vika 14

31.03.16

Nú síggja tit, hvat tit skulu hava við komandi viku:)

Ommu&Abbadagur

04.03.16

Mánadagin 14.03.16 frá kl. 15.00-17.00 hava vit okkara árliga ommu&abbadag:)

Kalt borð vika 10

03.03.15

Nú sæst hvat tit skulu hava við komandi viku.

Vísindaheimur í Norðurlandahúsinum

16.02.16

Í morgin fara vit til Vísindaheimin í Norðurlandahúsinum. Eitt spennandi tiltak, ið Norðurlandahúsið hevur bjóða okkum til:) Vit fara úr Kaldbak við bussinum kl.11.24, og verða aftur kl.14.22

Kalt borð vika 7

11.02.16

Nú síggja tit, hvat tit skulu hava við mánadagin.

Reinsaríið

04.02.16

Vit fara at hyggja eftir "Operasjónleik" í morgin. Vit fara við bussinum kl.09.03

Kalt borð Vika 6

04.02.16

Nú sæst hvat tit skulu hava við komandi viku.

Døgurði mánadagin

21.01.16

Vit hava døgurða mánadagin:)

Kalt borð byrjar aftur:)

07.01.16

Nú sæst hvat tit skulu hava við komandi viku.

Pedagogur til Flatnagarð

07.01.16

Pedagogur til Dagstovnin Flatnagarð

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Flatnagarð eftir einum pedagogi til vøggustovu/barnagarð/frítíðarskúla at arbeiða 25-30 tímar um vikuna. Um eingin pedagogur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Gott Nýggjár

07.01.16

Gott nýggjár øll somul:)

 

Tiltøk hesa vikuna

15.12.15

Mikudagin fara vit í skúlan at hyggja eftir teirra Jólaløtu. Vit fara herfrá kl 9.45.

Hósdagin hava vit jóladøgurða.

Fríggjadagin fara vit til Jólagudstænastu. Vit fara herfrá kl. 9.30.

Kalt borð vika 50

03.12.15

Nú sæst hvat tit skulu hava við komandi viku.

Matspilla

23.11.15

 

 

2500 børn og tvífalda talið av vaksnum, tað vil siga foreldrum í Tórshavnar kommunu hava fingið ein faldara um matspillu seinastu mánaðirnar.

Poula Eidesgaard, sum er leiðari á Býlingshúsinum Inni á Gøtu, fekk umhvørvisstuðul til at gera ein faldara um matspillu. Hetta var í sambandi við, at Umhvørvisvikan 2014 hevði matspillu á breddanum. Hugsanin við faldaranum var at halda fram at fáa boðskapin um matspillu út til allar borgarar.

 

Kalt borð vika 48

18.11.15

Nú sæst hvat tit skulu hava við komandi viku.

Starvsnæmingur

16.11.15

Í dag er Irena komin í starvsvenjing her hjá okkum:)

Irena gongur í 9. flokki í Eysturskúlanum, og fer at verða her í 14 dagar. Sum tit síggja, so hava børnini tikið væl ímóti henni. Vit vóna, at hon fer at hava nakrar góðar og læruríkar vikur.

Kalt borð

29.10.15

Nú sæst, hvat tit skulu hava við til tað kalda borðið komandu viku. Ætlanin er, at tit framyvir fara at síggja nakrar vikur fram. Tann broytingin fer at koma skjótt, vit fara fyrst at gera nakrar tillagingar, fyri at ganga nøkrum ynskjum á møti frá foreldrafundinum í gjár.

Ráðleggingardagur 06.11.15

26.10.15

Fríggjadagin 06.11.15 hava vit ráðleggingardag. Hendan dagin er stovnurin stongdur.

Foreldrafundur Mikukvøldið 28.10.15

26.10.15

Vit síggjast til árliga foreldrafundin mikukvøldið kl.18.00. Á skránni verður eitt sindur av kunning um stovnin, Foreldraráðsval og so fara vit eisini at diskutera nøkur viðkomandi evnir. Væntandi endar fundurin uml. 19.30. Síggjast.

Ljós og List

15.10.15

Fríggjadagin 23 okt. fara vit í Fimi sum vant. Hesaferð eta vit matpakkan í Fimi, og síðani fara vit til Listasavnið.

“Ljós og list” er eitt spennandi tiltak á Listasavninum fyri øll barnagarðsbørn í Føroyum. Barnagarðar eru vælkomnir at vitja savnið, ið hesa vikuna skipar fyri serligum tiltøkum við útgangsstøði í evninum ljós.

 

Kalt borð 19.-20. Okt.

15.10.15

Nú er tað kalda borðið uppdatera, eisini hava vit gjørt tað einfaldari. Nú er ikki neyðugt, at trýsta fleiri ferð, fyri at finna útav, hvat ein skal hava við.

Uppdatering av heimasíðuni

15.10.15

Nú royna vit at gera heimasíðuna eitt sindur lættari at brúka. Millum annað sæst betri á kalendaran, hvat er á skránni á stovninum.

Í gongd aftur

04.09.15

Hetta hevur verið ein hendingarík vika, í barnagarðinum. Vit eru farin í holt við Stig fyri Stig, tey 3 ára gomlu fyri seg, og tey 4-6 ára gomlu fyri seg. Skúlabólkurin er byrjaður, vit vóru í Fimi í dag, og í gjár vóru vit á Dagstovninum við Løgmannabreyt til Summarfest:)

Please reload

Dagstovnurin Flatnagarður

Við Krossá 2

180 Kaldbak

28 20 12

kaldbak@torshavn.fo

 

Leiðari:

Allan Mortensen

21 00 45

 

Upplatingartíðir:

Vøggustova og barnagarður:

7.15-17.00

 

Frítíðarskúli:

12.20-17.00

 

Flatnakrókur 4-8.flokk:

Má&hó  19.00-22.00

 

Flatnakrókur 8.flokk-18 ár

Tý 19.30-22.30

Fr 20.00-02.00

 

 

 

 

bottom of page